AirportTaxi

AirportTaxi til og frá Tórshavn DKK 230,00 fyri hvønn. Upp til 3 ferðandi í hvørjum bili. Børn upp til 12 ár DKK 150,00 pr. persón. Sí tær aktuellu komu- og fráferðingar tíðir á Vága Floghavn .. Leigubilar Upp til 4 ferðandi í bilinum DKK 750,00 5 ferðandi í bilinum DKK 875,…

Saksun / Tjørnuvík - Taxi

Sightseeing við taxi

Royn okkara sightseeing túrar við taxi kring oyggjarnar. Explore unique Locations by Taxi. Kirkjubø km 28. Estimatet time 1 hour. DKK. 550,-. Sornfelli + Norðadalsskarð km 38. Estimatet time 1 hour. DKK. 550,-. Bø + Gásadalur km 114. Estimatet time 3 …

Bílegg taxi

Bílegg tín taxa, antin her á síðuni beinleiðis ella við okkara taxi App. Koyring millum bý og bygd kann bíleggjast beinleiðis á okkara síðu, tað er lætt og ómakaleyst at bíleggja ein taxi túr td. frá bygd og til havnar. …

Sightseeing túrar - uppliva Føroyar við taxa

Okkara bilar

Tíðindi

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons

Brek er í telefonskipanum rund landi, so ikki er møguligt at ringja á tlf 323232
Men appin er virkin!
... Sí meiraSí minni

27-10-2023, 11:55

Bil søkir eftir stjóra

Vilt tú sita við róðrið, nú Føroya størsta taxa felag skal hava nýggjan stjóra? Hevur tú áræði til at víðarimenna eitt felag, ið setur stoltleika í at ganga á odda?

Við 37 hýruvognum og avtalum við vinnulív, stovnar og ferðavinnu, er Bil eitt sunt og væl rikið felag.

Drívmegin er at veita góða tænastu til kundar okkara og vera álítandi veitarin, ið kundin altíð kann rokna við. Sum stjóri skalt tú støðugt tryggja, at vit halda fast í høga tænastustøðinum, og at vit støðugt tillaga okkum tørvin hjá okkara kundum.

Vit hava altíð gingið á odda, og vóru í 2016 fyrsta føroyska taxa felagið við egnari app.

Starvið sum stjóri er hálvtíðarstarv. Tað er tí upplagt at sameina við eitt nú egna fyritøku ella annað hálvtíðarstarv.

Tú stýrir tínum arbeiðsdegi og arbeiðstíð, so leingi tú røkjur starvið væl. Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Tóta Kristjánsson, nevndarformann, á +298 787470 ella nevnd@taxi.fo

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi áðrenn mánadagin 30. oktober kl. 12 á nevnd@taxi.fo ella á:

Sp/F Bil Mini Taxi 96
Farstøðin
Eystara bryggja
FO-100 Tórshavn
... Sí meiraSí minni

12-10-2023, 13:40

Okkara vøruúrvæl